Tað eru í hesum døgum liðin seksti ár, síðan ST sáttmálin um mannarættindi var lýstur. Amnesty International, sum er heimsins samvitska, tá tað ræður um at verja mannarættindi, kemur nú við eini óvanligari áheitan á á heimsins stjórnarleiðarar. Amnesty vil hava stjórnarleiðarar at biðja um umbering fyri 60 ár við miseydnaðum mannarættindaarbeiði. Her er sostatt talan um eina tilvitaða provokatión, sum helst man hava til endamáls at fáa demokratiskar stjórnarleiðaar at rakna við og so at siga byrja umaftur við øllum, sum eitur stríð fyri beri mannarættindum.
Sagt verður í áheitanini hjá Amnesty, at politikararnir mugu enn einaferð vátta skyldu sína at lúka mannarættindasáttmálan hjá ST, sum framskygdir stjórnarleiðarar samtyktu í 1948. Mint verður á, at 60 ár seinni verða fólk framvegis pínd ella illa viðfarin í minst 81 londum, í minst 54 londum verða fólk órættvíst dømd og í minst 77 londum hava fólk ikki talifrælsi.
Amnesty felagsskapurin ger vart við, at her 60 ár eftir at mannarættindasáttmálin varð samtyktur, mugu heimsins stjórnarleiðarar taka leiðsluna í mannarættindaarbeiðinum. Aðalskrivarin í Amnesty, Irene Khan, sigur, at nú mugu stjórnirnar vísa sama framskygni og sama áræði, sum fekk ST at samtykkja mannarættindasáttmálan fyri 60 árum síðani. Hon nýtir høvið við framløguna av ársfrágreiðingini hjá felagskapinum at minná londini á skyldur teirra út frá mannarættindasáttmálanum.
Henda frágreiðing sigur í stuttum, at 2007 var merkt av fólksliga bardaganum fyri mannarættindum, ið t.d. fór fram millum munkar í Myanmar og advokatar í Pakistan. Men 2007 var eisini merkt av, at stjórnir í vesturheiminum vístu seg at vera máttleysar og trekar at taka sær av nøkrum av heimsins mest álvarsomu mannarættindakreppum. Ófriður og yvirgangur í Afrika, Miðeystri og Asia krevja, at farið verður til verka alt fyri eitt. Víst verður á loyniliga fangaflutningin, á Guantanamo og á truplu støðuna hjá pressuni og politisku andstøðuni í Ruslandi, eins og Kina verður mint á givnu lyfti í sambandi við OL í Beijing seinni ár. Amnesty International ávarar um, at størsta hóttanin móti mannarættindunum er fráveran av einari felags alheimsvisjión og einari alheimsleiðslu.
Amnesty vísir á, at 2008 umboðar ein søguligan møguleika fyri at fara nýggjar leiðir og vraka trongskygda politikkin, sum seinastu árini hevur gjørt heimin til eitt meira vandamikið og syndrað stað. Rene Khan mælir til, at tey stóru og ráðandi londini nú mugu vísa seg sum fyrimyndir og ganga á odda til tess at verja mannarættindini. Vit kunnu ikki annað enn taka undir við aðalskrivaranum og ynskja fyri heimin, at teir stjórnarleiðarar, sum hon vendi sær til fara at lurta og taka áheitanina til eftirtektar.