Limafjøldin í Amnesty International í Føroyum er stór. Einir 650 føroyingar halda altjóða mannarættindi vera so týdningarmikil, at teir hava fingið sær limaskap í felagsskapinum.
Úti og heima
Arbeiðið hjá føroyska felagsskapinum er býtt í tvey. Ein heimapart og ein altjóða part. Í Føroyum leggur Amnesty dent á at skapa tilvitsku um mannarættindi sum heild.
? At fáa mannarættindi í mergin. Serliga í teimum ungu føroyingunum, sum Erling Isholm, aðalskrivari, tekur til.
Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við skúlarnar, og eftir tykki aðalskrivarans, hevur hetta eydnast væl.
Hin parturin av arbeiðinum, sum eisini er nógv hin størsti, snýr seg um at verja og fremja mannarættindi í altjóða høpi. Stór orka verður løgd í at gera vart vart við fólk, sum sita í fangatippi vegna trúgv, húðarlit ella politiska sannføring. Hesi verða vanliga nevnd samvitskufangar. Í hesum sambandi heitir felagsskapurin á fólk um at skriva til stjórnirnar, ið hava ábyrgdina av mannarættindabrotunum.
Fangaættleiðing
Eisini fremur Amnesty International sonevnda Urgent Aktion. Hetta arbeiðið er soleiðis háttað, at limir fáa ávís átrongjandi mál sendandi við postinum, og leggja seg síðani miðvíst eftir at streingja á stjórnirnar, ið hava ábyrgdina av órættvísinum, sum hesi mál snúgva seg um. Síðani fáa virknu limirnir tíðindi frá deildunum kring heimin, sum snúgva seg júst um hesi mál.
Harumframt arbeiða tríggir føroyskir bólkar við sonevndum ættleiddum fangum. Hetta arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um, at hvør bólkur so at siga ættleiðir ávísan fanga, eins og ein og hvør kann fjar-ættleiða eitt fátækt barn. Síðani roynir bólkurin at fremja batar fyri fangan; helst við tí úrsliti, at viðkomandi verður leyslatin.
Í brennideplunum
Miðvísa arbeiðið hjá Amnesty International hevur havt ávirkan. Nú eru í roynd og veru ikki so nógvir samvitskufangar longur. Men kúgingin hevur skift ham. Sálarligur ágangur verður framvegis framdur, og mangir andstøðingar vita nú, at heldur enn at verða fongslaðir, er vandi fyri, at teir bart út sagt verða avrættaðir.
Amnesty International hevur farnu árini lagt seg eftir at rætta virksemið sítt móti ymsu brennideplunum kring knøttin. Seinast hevur stórt arbeiði verðið gjørt í sambandi við tjóðskaparligu kreppuna á Eysturtimor, har stjórnin legði eftir teimum loysingarsinnaðu.
Ávirka grundlógina
Í Føroyum hevur Amnesty, sum so mong onnur, roynt at seta sítt fingramerkið á framtíð landsins. Í fjør vóru 50 ár liðin síðani altjóða mannarættindasáttmálin varð gjørdur. Felagsskapurin nýtti í tí sambandinum høvið at handa landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal, føroysku týðingina av sáttmálanum.
Talan er um sonevnda Human Rights Bill, sum upprunaligi sáttmálin við ískoytum verður nevndur. Ynskið teirra í Amnesty er, at sáttmálin verður partur av grundarlagnum undir føroysku grundlógini, sum verður smíðjað í hesum døgum.
Aðalfundur og barnadagur
Í august í ár vóru trý umboðsfólk úr Føroyum á aðalfundi hjá Amnesty International. Fundurin, ið verður hildin 2. hvørt ár, var hesaferð í Portugal. Á odda í føroysku sendinevndini var Erling Isholm, aðalskrivari. Hann fegnast um, at fundurin var sera áhugaverdur. Føroyingarnir fingu sambond við fleiri jagstrað umboðsfólk, sum búgva í londum, har mannarættindi ikki eru sjálvsagdur partur av samfelagsskipanini. Serliga helt Erling Isholm sambondini við umboðsfólk úr vesturafrikanska landinum, Sierra Leona, vera áhugaverd.
Virksemið hjá Amnesty International í Føroyum heldur fram. Komandi leygardag, 20. november, er altjóða barnadagur. Felagsskapurin hátíðarheldur 10 ára dagin fyri barnasáttmálan, ið staðfestir rættindi barnanna. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari og áhugaverdari framsýning í SMS.