Mannarættindi ?Kvinnurættindi

Eg var sera fegin at lesa leiðaran í Sosialinum ídag 6. des. 2000 Endiliga hevur ein miðil tikið seg saman til á ein sámuligan hátt, at gera vart við, hvussu álvarsligar fylgjur tað hevur fyri samfelagið, at alt ov fáar kvinnur eru við til at mynda menningina og taka avgerðir.

Súsanna Dam



Spurningurin er hvussu væl fólkaræðið virkar, ella um tað í heila takið kann virka i einum samfelag, sum er so totalt mansdominerað, eins og Føroyar eru.

Men hvussu kunnu vit vænta at kvinnur skulu vera roknaðar sum skilvísar verur, tá vit dag um dag lata ein stovn sum Útvarp Føroya hóreiggja sær, sum teir gera. Skráin er at vísa seg gjørd av monnum um menn, til menn at lurta eftir. ÚF kundi fyri tað havt yvirtikið skipanina hjá gomlu spartanarnum. Púra rætt, húsfaðirin er eisini hann, ið fær rokningina fyri útvarpsgjaldið.

Í morgum tosaði útvarpið við eina listakvinnu, sum í hesum døgum vísir fram list sína í New York, men útvarpsmaðurin lýsti hana sum frú Tordur Niclasen!!!

So kemur næsta sending, Jógvan Arge lesur 16 part av tí sera kvinnudiskriminerandi Tættir úr Kirkjubøar Søgu. Endursending minst einaferð afturat, um ikki øll skuldu havt fingið við, hvussu lítið virdar kvinnurnar í Kirkjubø vóru.

Fríggjakvøld og leygarkvøld í ÚF eru rein mannfólkadyrkan, so at tú nærum ivast í um prátið er heilt normalt. Hvussu sjúkt tað er, hoyrdist seinasta vikuskifti tá einhvør úrmælingur ? male sjálvsagt ? frambar sínar genialu hugleiðingar um kvinnuligar bilførarar. Ein hugleiðing, sum útvarpsverturin frammanundan hevði lýst viðkomandi og beinrakna at vera.

Og hvør minnist ikki blondinusøgurnar sum plágaðu okkum hvønn einasta seinnapart eitt heilt summar.

Okkurt skilafólk mátti starvast í útvarpinum, kundu vit ikki hjálpt teimum at skumpa ítróttarbýttlingarnar ella onnur líka fjantut og týdningarleys mannfólk burtur, so tey í staðin fyri kundu farið at nýtt ÚF til at lýsa veruliga heimin og teir spurningar, sum snúgva seg um dagligu tilveruna hjá okkum øllum.

Vit mugu í hvussu so vera greið yvir, at her restar nógv í, at kvinnur fáa sín sjálvsagda lut í øllum lívsins viðurskiftum, og tí er tað eitt virðismikið stig, at Sosialurin tekur henda spurningin upp á leiðarastøði.