Í dag 10. desember er altjóða mannarættindadagur og heitt verður á fólk at tendra eitt ljós, annaðhvørt heima við hús, á arbeiðsplássinum, ella har ið til ber.
Amnesty International Føroya Deild sigur, at til ber eisini at tendra ljós saman við øðrum í nýggja bygninginum Perluni í Tórsgøtu, har Amensty Café verður seinnapartin í dag.
Á Amnesty Café verður m.a. høvið at skriva eina heilsan til Birtukan Mideksa. - Birtukan Mideksa er leiðari í einum andstøðuflokki og situr í Kaliti fongslinum í Addis Ababa í Etiopia. Hon er dømd at sita fyri lívstíð. Amnesty International metir, at hon er ein samvitskufangi, sum er dømd fyri á friðarliga hátt at nýta sítt talufrælsi og sítt frælsi til at savnast í ein felagsskap.