Mannaleivdir funnar í huldubáti í Japan

Ein huldubátur (bátur uttan livandi manning, red) varð í dag funnin á oynni Sado í Japan, og umborð á bátunum vóru fimm lík og tvey mannahøvd.

Báturin var í sera ringum standi, og hildið verður, at talan er um bát úr Norðurkorea, tí at norðurkoreanskir stavir vóru skrivaðir innan í bátinum.

Tað er ikki greitt, um høvdini hoyrdu til okkurt av líkunum, men sambært japanskum miðlum vóru líkini illa farin, og í fleiri støðum sást beint inn á beinagrindina. Hildið verður, at báturin tí hevur verið leingi á sjónum.

Tað er rættiliga vanligt, at koreanskir huldubátar reka á land í Japan. Summir eru bátar hjá norðurkoreanum, ið royna st flýggja undan harðrenda stýrinum í avbyrgda landinum, meðan aðrir bátar eru norðurkoreanskir fiskibátar, ið eru komnir í havsneyð.

Oftast er eingin eftir í bátunum, ella bert mannaleivdir, og hildið verður, at regn, kuldi og hungur beinir fyri nógvum sjómonnum um veturin.