Mannagongdir skulu eftirkannast

Annlis Bjarkhamar avvísir staðiliga, at hon skal hava framt brot á almenna starvsfólkapolitikkin, tá hesin fyri stuttum er dagførdur, og broytingar ikki vóru galdandi, tá setanin av nýggjum landsantikvari varð viðgjørd

STARVSSETAN

Annlis Bjarkhamar er framvegis ikki í iva um, at hon tók røttu avgerðina, tá hon setti Steffen Stummann Hansen sum landsantikvar.
Mánamorgunin fekk hon eitt bræv frá Magistarafelagnum, har felagið gav til kennar sína støðu í málinum.
Brævið frá Magistarafelagnum var ikki komin okkum í hendi, áðrenn evstamark, men eftir hvat skilst ger felagið vart við sína ónøgd í sambandi við mannagongdina, og felagið krevur, at setanin av Steffen Stummann Hansen verður anulerað.
?Magistarafelagið hevur óivað sæð skjølini, Símun V. Arge hevur fingið innlit í, og hesi siga bara frá helvtini av málinum. Tískil haldi eg ikki, at tey kunnu gera nakrar fullar niðurstøður um alt málið, sigur Annlis Bjarkhamar.
Steffen Stummann Hansen, sum óivað kann fáa hendur á hinari helvtini á málinum, er limur í danska Magistarafelagnum.
Landsstýrismaðurin hevur fingið álagt tagnarskyldu, og
Annlis Bjarkhamar sigur, at hon als ikki er bilsin yvir innihaldið í brævinum, og hon eggjar til, at fólk taka stig til at kanna málið til botns, soleiðis at alt kemur fram.
Sjálv hevur hon sett sær fyri, at allur setanarpolitikkurin og mannagongdir í hesum sambandi hjá Mentamálaráðnum skulu eftirkannast.

Nýggjur setanarpolitikkur
Annlis Bjarkhamar avvísir staðiliga, at hon skal hava framt brot á almenna starvsfólkapolitikkin, tá hesin fyri stuttum er dagførdur, og broytingar ikki vóru galdandi, tá setanin av nýggjum landsantikvari varð viðgjørd.
?Vit fingu nýggja politikkin sendandi í februar, og tá varð málið liðugt viðgjørt. Ùtfrá gamla starvsfólkapolitikkinum hava vit ikki framt nakað brot, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon vísir á, at tíðarfreistin við at svara umsóknum innan tríggjar vikur ikki var galdandi við gamla politikkinum, og hon varð heldur ikki kravd at senda nakað bræv við grundgevingum til Símun V. Arge, men gjørdi hetta kortini.

Fylgjur
Annlis Bjarkhamar hevur áður sagt, at hennara avgerð ikki er nakað misálit á setanarnevndina, og hon hevur nýtt arbeiðið hjá bólkinum sum part av grundarlagnum fyri setanini. Hon vil heldur ikki koma nærri inn á, hvørjar møguligar fylgjur hetta málið fær fyri manningina í setanarbólkinum, sum eftir hennara tykki ikki gjørt nóg greið tilmæli.