Mannaátarar biðja um umbering

Kristindómur: Altjóða gongdin at biðja um umbering fyri syndirnar frá fortíðini, hevur nú eisini rokkið mannaátarar í einum ættarbólki á Papua Ny Guinea. Teir biðja um umbering fyri at forfedrar teirra drupu, kókaðu og ótu fýra kristnar trúboðarar úr Fiji-oyggjunum í 1878. Hetta hendi við eina seremoni herfyri í býnum Rabaul í East New Britain-landslutinum.