Manna-rættindi inn um skúlagátt

Føroyskir skúlaungdómar fáa í hesum døgum eitt sera hent og týðandi hefti til ikki bert at brúka í undirvísingini men eisini eitt hent amboð at kunna brúka í víðari lívinum uttan fyri skúlagátt. Talan er um eitt hefti, sum inniheldur tilfari um ?Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi?.

Í gjár handaðu umboð fyri Amnesty International, Føroya deild leiðaranum á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð nýggja heftið, sum er umsett til føroyskt og sum er ætlað næmingunum í øllum 8. flokkunum kring landið.

10. desember í ár eru 50 ár liðin, síðani Heimsyvirlýsingin fyriu Mannarættindi varð undirskrivað, og í dag hava flest lond í heiminum bundið seg til at halda tað, sum stendur í hesi altjóða yvirlýsing.

Í brævi til allar lærarar í 8. flokki sigur formaðurin í Amnesty, Ingibjørn Berg, seg vóna, at lærarar vilja taka undir við tiltakinum og nýta tilfarið, soleiðis at allir næmingar 10. desmeber í ár kenna mannarættindini, og á tann hátt vera við til at breiða kunnleikan um mannarættindi og týdningin av at hesi verða vird av hvørjum einstøkum í samfelagnum.

Víðari stendur í brævinum, at tíverri verða framd mannarættindabrot í hópatali hvørt ár, eisini av teim londum, sum hava undirskrivað Heimsyvirlýsingina fyri Mannarættindi.

Ein av uppgávunum hjá Amnesty International er at kunna um mannarættindi, umframt at gera vart við og átala mannarættindabrot. Sum liður í hesum arbeiði var ein arbeiðsbólkkur fyri nøkrum árum síðani settur at evna til undirvísingartilfar um mannarættindi til næmingar í framhaldsdeild fólkaskúlans. Úrslitið er hetta undirvísingarheftið, sum allir 8. flokkar í landinum fáa í 50 ára føðingardagsgávu fyri yvirlýsingina.

Tað eru Liv Alveberg og Bjørg Brauteset, sum hava gjørt heftið. Magni Joensen hevur staðið fyri týðingini úr norskum. Sonni Smith hevur týtt partin grin 19 til Hugsanar - skrivi - og talifrælsi. Jóan H. W. Poulsen hevur týtt Heimsyvirlýsing.