Ómannað flogfar datt niður

Minst eitt fólk doyði, tá eitt ómannað flogfar hjá ES-herdeildunum í Kongo datt niður í høvuðsstaðnum Kinshasa í gjár.

Nógv fólk í Kongo vilja hava teir evropeisku hermenninar av landinum, og tilburðurin í gjár bøtti ikki um umdømið hjá hermonnunum. Tá flogfarið var dottið niður, komu fleiri hundrað fólk saman nærhendis vanlukkustaðnum. Tey róptu ókvæmisorð eftir hermonnunum og kravdu, at teir fóru úr Kongo alt fyri eitt, skrivar AFP.

Talsmenn hjá ES-hermonnunum siga seg ikki vita, hví tað ómannaða flogfarið datt niður. Hetta er annað flogfarið, sum deildirnar hava mist í Kongo. Tað fyrra varð skotið niður í juli.

ES-hermenninir og hermenn hjá ST eru komnir til Kongo at tryggja lóg og landaskil upp undir seinna umfar av forsetavalinum, sum verður seinni í mánaðinum. Valið er tað fyrsta har av sínum slaghi í meiri enn 40 ár.