Manna arbeiðsbólkar at meta um útlitini

Magni Laksáfoss, framsøgumaður Sambandsfloksins í fíggjarmálum, mælir til at seta arbeiðsbólkar at meta um framtíðina Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, heldur, at myndugleikarnir eiga at seta fimm arbeiðsólkar at kanna útlitini á ávísum økjum, so vit kunnu fyrireika okkum betur til tað, sum kann ella fer at henda.

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum í dag um fíggjarlógina fyri 2009 segði Magni Laksáfoss, at Føroyar og føroyingar sleppa ikki undan teimum búskaparligu rembingunum uttanlands, og at tað er umráðandi at fyrireika samfelagið til tað.

Tí mælti hann til at skipa fimm arbeiðsbólkar, sum skulu kanna støðuna og útlitini hjá tí almenna geiranum, fiskivinnuni, vinnuni á landi, orkuviðurskiftunum og avleiðingunum av, at vit fáa munandi fleiri eldri fólk í komandi árum.

Eftir uppskotinum hjá Magna Laksáfoss skulu serfrøðingar skriva álit um útlitini, og síðani skulu politiskir arbeiðsbólkar taka støðu til, hvat gerast skal.