- Mann má vera til taks á stroymingstænastum

Kristian Blak heldur, at tað er neyðugt hjá føroysku tónleikarunum at bjóða sín tónleik út á stroymingstænastum, um mann vil liva av tónleiki

Talgilda menningin seinastu árini hevur gjørt, at færri fløgur verða seldar, meðan alsamt meira tónleikur verður stroymaður á stroymingstænastum, sum m.a. Spotify og Apple Music.

 

Royndi tónleikarin og Tutl eigarin, Kristian Blak, heldur, at tað er neyðugt hjá tónleikarunum at bjóða sín tónleik út á stroymingstænastum, um mann vil liva av tónleiki.

 

- Mann má vera til taks á stroymingstænastum. Um mann ikki hevur Spotify, hevur mann ikki møguleika at samskifta við umheimin. Um ein í t.d. Guatemala hoyrir um ein ávísan føroyskan tónleikara, kann viðkomandi finna tónleikin á Spotify uppá fá sekund, greiðir Kristian Blak frá.

 

Les eisini:Hesi londini stroyma føroyska tónleikin

 

Mann fær umleið 5 oyru fyri hvørja avspæling á Spotify. Tað kann vera ringt at trúgva, at tað kann geva eitt serliga stórt yvirskot til tónleikaran. Eru tað ikki bara teir tónleikararnir, ið hava óvanliga nógvar avspælingar, sum kunnu tjena pengar uppá hendan mátan?

 

- Jú, men soleiðis hevur tónleikur altíð verið, sigur Olivur Eystberg frá Tutl.

 

- Tað var ikki øðrvísi í 90’unum, tá fløgumarknaðurin var uppá sítt størsta. Um mann var ein lítil tónleikari, tjenti mann heldur ongar pengar. Mann fekk jú ikki nógvar pengar við at selja 3.000 fløgur tá, sigur Olivur Eystberg.

 

 

Les meira um talgildu menningina í tónleikavinnuni í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið.