Bankastjórarnir í størstu føroysku bankunum eru samdir um, at tað er tørvur á at seta seg saman at finna langtíðarloysnir til føroyska búskapin. Bankarnir eru tryggir Í tíðindunum á Rás2 á middegi greiddu stjórarnir í Eik og Føroya Banka frá, at føroyingar hava ein møguleika fram um onnur lond, tí vit hava so stórar peningaupphæddir uttanlands.
Janus Petersen metir eisini, at tað er missvísandi, at Sosialurin nýtir eina yvirskrift, har endurfígging hjá bankunum er íroknað, tí hetta er ikki nakað fólk vanliga skulu hugsa um.
- Tað er ikki tilfeldi, at vit skulu gera eina nýggja lántøku uppá 10 milliardir krónur. Vit hava longu lán, ið leypandi vera endurfíggjaði, sigur stjórin í Føroya Banka við Rás2. Hinvegin heldur hann tað vera áhugavert, at fáa búskapin sterkari, og tí mugu allir instansir arbeiða fyri.
Bjarni Olsen tekur undir við kappingarneyta sínum og greiðir frá, at hesi lán ikki eru nakað nýtt. Hann greiðir víðari frá, at tað er tørvur á hesum endurfíggingum allastaðni, og at Eik hevur góðan likviditet. Hann metir tó, at hetta er eitt upplagt høvi at seta seg saman og finna útav, hvussu mann kann smyrja samfelagið so væl sum gjørligt.
- Hví skal almenni likviditeturin vera uttanlands? spurdi Janus Petersen á Rás2.
Pensjónirnar, áljóðandi sjey milliardir krónur, liggja uttanlands, og í Sosialinum í dag leggur Jóannes Eidesgaard hugskot fram, um at broyta hetta.
Bankastjórarnir báðir eru rørandi samdir um, at mann skal finna loysnir, men teir leggja áherðslu á, at bankarnir standa sterkir, og at teir ikki aftra seg at veita lán.
Eisini staðfesta teir, at bankarnir eru tryggjaðir í bankapakkanum, at teir verða partur av nýggja bankapakkanum, og at teir eru millum tryggastu bankar í heiminum.
- So seint sum í morgun kom Moody?s við einari greining, har vit eru millum tryggastu bankar í heiminum, sigur Janus Petersen við Rás2.









