Fleiri enn 97.000 myndir vórðu í ár sendar til fotokappingina World Press Photo, men tá ið ein tilnevningarnevnd hevði valt 120 tær bestu myndirnar, máttu 10 av teimum kolldømast, tí tær vóru manipuleraðar
- Tað er eitt ræðandi høgt tal, sigur Gary Knight, sum er formaður fyri tilnevningarnevndina, við British Journal of Photography.
World Press Photo hevur fyri fyrstu ferð í ár kannað allar myndir fyri at vita, um tær eru tilgjørdar ella manipuleraðar, tí tað er eitt krav, at myndir, sum luttaka í kappingini, ikki eru fotomanipuleraðar.
Hetta gera fyrireikararnir, eftir at nógv kjak var um vinnandi myndina í fjør. Svenski myndamaðurin Paul Hansen var lagdur undir at hava pyntað upp á sína mynd, men kanningar vístu, at tað passaði ikki.
Vinnarin av World Press Photo 2014 varð funnin í farnu viku. Vinnarin var John Stanmeyer úr USA, sum hevði avmyndað afrikansk flóttarfólk við strondina í Djibouti.
World Press Photo 2013: Paul Hansen