Myndugleikarnir í høvuðsstaðnum í Filipsoyggjunum, Manila, bóðu í morgun fólk um mat og aðrar neyðsynjarvørur til tvær milliónir fólk, sum eru komin í neyð av vatnflóðini, sum hevur lagt umleið 80 prosent av stórbýnum undir. Harafturat standa stór landbúnaðarøki uttan fyri býin undir vatni.
Myndugleikarnir siga, at minst 36 fólk eru deyð, og fýra onnur eru ikki komin afturíaftur.
Eygleiðarar siga, at myndugleikarnir hava skyldina av, at vatnflóðin hevur gjørt so stóran skaða. Teir vísa á, at samstarvið millum teir ymsu myndugleikarnar er alt ov vánaligt, og at politikararnir hava ikki víst vilja til at brúka pengar til íløgur, sum kundu tryggjað býin betur ímóti vatnflóð. Tað eru serliga fátækrabýlingarnir, sum eru meint raktir av vatnflóðini, tí fleiri milliónir fátækrafólk halda til fram við áum og kanalum.
Umleið 15 milliónir fólk búgva í Manila. Í dag er heldur turrari har, men veðurstovan hevur ávarað um meiri regn seinni í vikuni.