Mouldi Manai setir í størri og størri mun lit á býarlívið í Havn. Afturat matstovuni, Rio Bravo, og náttklubbanum, Casablanca, lat hann í gjár upp snotuliga sokallaða pub-café við heitinum Manhattan.
Í Manhattan er møguleiki at fáa lættar rættir, sum til dømis sandwich, suppur og annað í hugnaligum umhvørvi. Nógv er gjørt fyri at gera Manhattan eitt so hugnaligt stað, sum møguligt. Pyntað er við gomlum lutum, lampum í vindeygunum og snotuligum innbúgvi.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Manhattan pub-caféin serliga er gjørd fyri viðskiftafólkini hjá Rio Bravo soleiðis, at tey hava eitt stað at fara, ið er eitt sindur róligari enn Casablanca, áðrenn ella aftaná matin.
Í Manhattan er hugnaligt sofahorn, har til ber at hugna sær við onkrum leskandi. Men eisini ber til at hugna sær framman fyri snotiligu og rúmligu barrina ella við okkurt av borðunum í snotuligu hølunum.
Eisini ber til at eta mat í Manhattan. Mouldi Manai greiðir frá, at tað ber til hjá stórum bólkum at bíleggja borð í Manhattan og fáa mat úr Rio Bravo umframt, at møguleiki eisini er fyri ymiskum slagi av fundarvirksemi í hølunum.
Mouldi Manai greiðir at enda frá, at í framtíðini er ætlanin eisini at fara undir at vísa ymiskar ítróttarhendingar í Manhattan. Til dømis nevnir hann enskan fótbólt.