Manhattan fingið ljósið aftur

Loksins hava tey á Manhattan í New York fingið streymin aftur, eftir at tropiski stormurin Sandy sleit elveitingina.

Ennn restar nógv í, áðrenn býurin kemur aftur í rættlag. Nógv er at rudda og at umvæla, men myndugleikarnir vænta, at skúlarnir kunnu byrja aftur mánadagin, og at valstøðini kunnu avgreiða forsetavalið týsdagin sum ætlað.

Í New Jersey er stórt trot á brennievni, og guvernørurin, Chris Christie, hevur givið boð um, at benzinið verður skamtað.

Landsmyndugleikarnir siga, at Sandy kravdi 103 mannalív í USA.