Mangur føroyingur stendur púra býttur

- Spurningurin er, um teir, ið ráða fyri borgum, ikki hava skomm skapta í sær, tí eg haldi ikki, at nakrir veljarar í Vestur-evropa hava verið fyri slíkum ósmædni frá sínum fólkavaldu, sum vit hava verið fyri hetta seinasta árið, sigur Ingeborg Vinther

-Spurningurin er, um teir, ið ráða fyri borgum, ikki hava skomm skapta í sær.

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag legði formaðurin, Ingeborg Vinther, ikki fingrarnar ímillum, tá ið hon segði sína meining um ymisk viðurskifti í samfelagnum, sum hon helt hevði eina viðmerking uppibornað.

Og sum vant á aðalfundinum nam hon við nøkur av teimum málum, sum eru frammi í samfelagnum í løtuni og hesuferð, varð tað ikki óvæntað fullveldismálið og førdi fíggjarpolitikkurin í kjalarvørrinum á tí, sum hava tendrað formannin í Føroya Arbeiðarafelag.

-- Í hesum tíðum verður samráðst við danir um lagnuna hjá okkara lítlu tjóð. Sam-gongan hevur sett sær sum mál at loysa frá Danmark, tí vit skulu klára okkum sjálv, segði Ingeborg Vinther.

--- Tað er alt gott um tað, at vit gerast sjálv-bjargin fíggjarliga, um hetta ber til.

- Kortini stendur mangur føroyingur púra býttur og spyr seg sjálvan, hvat teir, ið ráða fyri borgum, meina. Ella hava teir onga skomm skapta í sær, tí eg haldi ikki, at nakrir veljarar í Vestur-evropa hava verið fyri slíkum ósmædni frá sínum fólkavaldu, sum vit hetta seinasta árið, segði Ingeborg Vinther.


Egnu lønir og pensjónir upp

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag segði, at áðrenn vit fóru til samráðingar seinasta ár, hækkaðu tinglimir sínar egnu lønir 60 prosent ? umframt at teir góvu sær sjálvum pensjónir og aðrar skattafríar ágóðar.

- Hetta gjørdi samgongan samstundis sum hon segði, at fakfeløgini máttu vísa hógv í lønarkrøvum sínum, tí búskapurin toldi ikki stórar lønarhækkingar.

Hon segði, at nú kom so løgmaður við uppskoti fyri alt landsstýrið um at hækka pensjónir teirra við upp til 70%, so teir, ið hava verið longst í landsstýrinum, koma upp á góðar kr. 26.000 um mánaðin í pensjón.

-Eru hesi fólk so nógv meira verd enn aðrir pensjónistar, ið hava verið verkafólk og fiskimenn, og gjøgnum alt sítt arbeiðslív hava verið við til at bygt hetta samfelag upp? Spurdi Ingeborg Vinther.

Hon helt, at tað var ótrúligt, at tey komdu sær slíkt mótvegis veljarafjøldini. Hon hugsaði eisini um tað, sum fólka-flokk-urin hevur trýst á í nógv ár, nevniliga at fáa tað, teir rópa eina fólka-trygd, har tey vælbjargaðu skulu fáa eina stóra pensjón og tey lágløntu eina lága pensjón.

-Nú er líkt til, at hetta uppskotið vinnur frama. Vit skulu øll tvingast til at gjalda okkara egnu pensjón, og um tað so eydn--ast við samráðingum at fáa arbeiðsgevaran at gjalda ein part, má so arbeiðs-markn-aðurin berjast um. Men í øllum førum skulu 10% av lønini gjaldast til pensjónsgrunnin hjá Helenu Dam á Neystabø og Óla Breckman. Vit skulu sjálv gjalda okk-ara egnu pensjón, fyri at nýta orðini hjá almanna- og heilsu-mála-ráð-harr-anum. Landsstýrismaðurin segði, at tey, ið hava høga lívsløn, fáa høga pensjón, og tey, ið hava lága lívsløn, fáa lága pensjón. Men so var eitt slag av fátækrakassa við síðuna av, haðani tey, sum fingu tað lágu pensjónini, kundu fáa nakrar krónur úr.

- Hetta vil sostatt siga, at lønmóttakarin fyrst skal gjalda sína egnu pensjón og og síðani skal hann gjkalda pensjónina hjá okkara fólka-valdu, tí teir kunnu bara gera eina lóg, ið gevur teimum sersømdir fram um allar aðrar borgarar.

- Skiljið tað, hvør ið vil, men hetta hevði neyvan gingið nakra aðra-staðni enn bara í Føroyum, men fólkið, ið býr her á klettunum, er alt ov tolið við politikarar sínar, segði Ingeborg Vinther.

Hon minti eisini á, hvussu pensjónistar okkara vórðu viðfarnir beint fyri jól, tá ið teir onga pensjón fingu. Hon seg minti eisini á støðuna hjá avlamis-pensjón-istunum.

- Teir skuldu fáa hægri pensjón, men ístaðin fingu eina stóra skatta--rokning, bert tí, at lógirnar vóru skundaðar ígjøgnum.

Ingeborg Vinther helt, at hetta mátti sigast at vera sera illa arbeitt.

- Segði ikki tingformaðurin, at teir máttu fáa lønar-hækking í Løgting-inum til tess at gera eitt betri lógararbeiði?

Hon helt nú ikki, at støðan varð blivin stórt frægari, tí hon ásannaði, at á mongum økum í samfelagnum ræður eitt satt óskil.


Í skeljasori

Ingeborg Vinther helt lítið um tað, ið hon kallaði reypað um, at heilar 750 mill. kr. eru í avlopi í landskassanum fyri árið í fjør, og bert 300 mill. kr. eru nýttar av blokkinum.

- Men samgongan gloymir at taka tað við, sum teir hava rakað til sín sjálvs. Teir gloyma eisini at siga Føroya fólki, at landssjúkrahús okkara er í skeljasori av sparingum. Eitt nú steingja fleiri deildir í summar, samstundis sum mangt annað eisini liggur í vanrøkt.

- Teir siga heldur ikki, at nú gjara teir út aftur úr landskassanum til reiðarar, ella, hvat tað kostar at fáa strandfaraskipini í fullgóðan stand, ella nær tey verða skift út.

-- Kortini smæðast teir ikki fyri at klandrast við fakfeløgini um, hvør skal gjalda karensdagarnar hjá teim-um, ið koma undir dagpeningaskipan. Og hvussu við barns--burðargrunninum? Spurdi hon. Skal løntakarin eisini gjalda hann?


Lítið eftir

Formaðurin helt, at Lítið verður eftir av teimum 750 mill. krónunum, tá alt tað, ið liggur sum ein landaskomm í dag, skal gjaldast, serliga, tá hugsað verður um Lands-sjúkrahúsið.

- Hildið kundi verið fram at nevnt alt tað, ið tørvur er á at fáa gjørt nakað við í landshúsarhaldinum. Er so nógvur peningur, at alt flýtur yvir, so skuldu teir lagt fyri við at lætt um hjá húsarhaldunum við t.d. at tikið olju-avgjaldið av. Tað hevði gjørt stóran mun hjá teimum lágløntu og pensjón-istum.

Hon segði, at allar tær kanningar, ið gjørdar eru, vísa, at tá ein milliard fer úr búskap-inum, verður arbeiðsloysi, lønarlækking, fráflyting, og lívskorini versna mun-andi.

- Tað fer ikki at bera til, at allir búskaparfrøðingarnir, ið gjørt hava kann-ingarnar, fara skeivir. Men vit fáa einki at vita, hvat kemur í staðin, men bert, at onnur skulu gjalda fyri okkum. Tá man skommin vera fullkomin fyri eitt land, ið skal klára seg sjálvt, segði Ingeborg Vinther.

Og so reisti hon spurningin um, hvat fakfeløgini fara at gera, tá ið vit aftur koma í kreppu við teimum avleið-ingum, tað hevur við sær, eitt nú fráflyting og lønarlækking?

- Skulu vit bara lata standa til? Ella skulu vit siga, at vit vilja ikki eina ferð aftrat fara gjøgnum arbeiðsloysi og sosiala neyð. Eitt er vist, at eitt so lítið land sum Føroyar tolir ikki fleiri fráflytingar og fylgjur, ið av tí standast.

- Ásannast má, at politikarar okkara hava sætað sær sjálvum bæði væl og virði-liga. Sektina leggja teir á, hvat hendir tí vanliga fólkinum, segði Ingeborg Vinther.


Sterk feløg neyðug

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er er greitt, at neyðugt er við sterkum fakfeløgum, ið samstarva og fylkja seg.

- Sum hetta samfelagið sær út í dag, so økist stættamunurin ímillum tey lágløntu og háinntøkurnar, samstundis sum arbeiðsloysið er stórt á summ-um útjaðaraøkjum.

- Líkt er til, at vit fáa amerikanskar tilstandir, tí brúkarin skal sjálvur gjalda alt meir. Men hetta er ikki ein gongd, vit sum fakfelagsfólk vilja hava. Vit eiga at stríðast ímóti øllum stættarmuni og stríðast fyri, at samfelagið er so solid-ariskt sum gjørligt.

-Jú, sanniliga er brúk fyri fakfeløgunum at gera vart við órætt og misnýtslu av tí, ið øll eiga sín part av. Allar hesar avbjóðingarnar, og tær, sum fara at koma ger tað neyðugt við sterkum fakfeløgum. Latið okkum tí standa saman um felag okkara og í góðum felagsanda sam-starva fyri eini ljósari framtíð, limum og fólki okkara at frama, nú farið er inn í eina nýggja øld, er boðskapurin frá formanninum í Føroya Arbeiðarafelag