Mangt er øðrvísi í ár

Vanligt plagdi at vera, at bátar við línu ikki fingu nakað serligt norðan fyri, meðan várróðurin er, men eisini hetta er øðrvísi í ár.

Vanligt plagdi at vera, at bátar við línu ikki fingu nakað serligt norðan fyri, meðan várróðurin er, og fiskurin tekur beitu. Men, eisini her hevur árið higartil verið øðrvísi enn onnur ár.

 

Jóhan K. Joensen, sum er annar av brøðrunum í fyritøkuni, Hans Egil Joensen & Synir, sum tekur sær av at landa bátar á Eiði, sigur, at útróðrarbátar í seinastuni eisini hava gjørt góðar dagar við línu.

 

- Herfyri høvdu bátar, sum fiska við línu, góðar setur norðanfyri. Seinasta fríggjadag hevði Falkurin eini 13.000 pund, og Luttur og Gordrúgvin høvdu umleið 10.000 pund hvør. 

 

Hann sigur, at seinasti leygardagur royndist eisini væl hjá útróðrarbátunum við línu. Tá høvdu Luttur og Falkurin umleið 7.000 pund hvør, og Gordrúgvin hevði millum 10.000 og 11.000 pund.

 

- Hetta eru góðir útróðrardagar við línu, tí vit skulu minnast til, at hesir bátar seta allir niðan fyri 40 stampar hvørja ferð. Í fjør fekst einki við línu, meðan snelluútróðurin var á Norðhavinum.

 

Soleiðis segði Jóhan K. Joensen, tá In.fo skifti orð við hann miðskeiðis í hesi vikuni.