Mangt er merkiligt

Ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir, at Føroyar verða eitt val­dømi. Ein stórur meir­i­luti av teimum, sum Før­oya fólk hevur valt á ting, ynskir eisini, at Før­oy­ar verða eitt val­dømi. So málið er greitt.

Sjúrður Skaale

 

Skuldi ein trúð.

Vit hava jú fólkaræði.

Men mangt er merkiligt.

Nú sær út til, at fólksins og løgtingsins vilji kanska ikki verður framdur kortini. Nakrir tingmenn eru farnir í víggj. Teir siga, at fólksins vilji skal ikki fremjast! Løgtingsins vilji skal ikki fremjast! Fyrr skal løgtingið upploysast!

Veit hesin minnilutin, hvat endamálið er við fólkaræðinum? Tað er ið hvussu er at vóna, at meirilutin veit tað.