Í hesum døgum er gávuhandilin Mango á tí nú - nakað minkaða - Torginum í SMS. Og her verður Mango ein stóran part av teimum báðum komandi mánaðunum.
Orsøkin til langa søluátakið hjá Mango á Torginum, er tann, at í sambandi við umbyggingina av SMS, noyðist handlin at lata aftur í august mánaða. Og tá handilin letur upp aftur í september mánaða, verður hann nakað minni enn í dag. Men viðskiftafólkini hjá Situ Rajani, sum eigur Mango, verða ikki við sviðusoð. Tí, sum Sita sjálv sigur, so fara tær í Mango komandi tveir mánaðirnar at selja serliga nógv spennandi á Torginum. Og eisini verða góð tilboð á Torginum hesar dagarnar. Undanfarnur søluframsýningarnar hjá Mango hava verið rættuliga væl vitjaðar, og Sita Rajani, sum eigur handilin, vónar, at framsýningin hesaferð ikki verður nakað undantak.