Manglar tær íblástur til matpakkan?

Nú byrjar gerandisdagurin aftur í morgin, og fleiri eru, sum nú aftur skulu gera matpakkar. Manglar tær íblástur, hygg so her

– Børn eru á stovni ella í skúla meginpartin av degnum. Tá er tað stuttligt at fáa eina heilsan frá foreldrunum. Tað er tað, sum matpakkin er. Tað lítla í gerandisdegnum, sum er heimanífrá, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen, sum er yrkisbachelorur í føðslu og heilsu.

##med2##

##med3##

Tað er ikki altíð maturin, sum avger, um barnið tímur at eta matpakkan. Stuttligar mateskjur leggja eisini upp til ein festligan og lokkandi matpakka, og tær kunnu – eins og maturin – gera, at barnið tímur at eta.

– Hetta kann gerast við at gera matpakkan stuttligan og spennandi, so hann gleðir barnið. Eitt dømi kann vera at skera agurkina til eina stjørnu, tekna eitt smiley við majonesuni ella leggja ein seðil í matpakkan við eini tekning ella eini heilsan, um barnið er eitt sindur størri. Tað skal ikki so nógv til, greiðir hon frá.

– Vanliga elska børn matpakkar við fleiri rúmum, og tey tíma betur at royna ymsan mat, tá hann liggur uppdeildur í ella í smáum íløtum, tí tað er spennandi, sigur hon.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Prei:
Brúka útskerar til at skera ymisk skap í breyðið ella grønmetið. Sølvá finnur ymiskar útskerar á millum annað heilasíðunum wish.com og ebay.

Eyguni hava nógv at siga, og er gott at leggja seg eftir at gera matpakka fjølbroyttan í smakki og liti.

– Havi eg tildømis agurk við í matpakkanum, velji eg heldur ta gulu piparfruktina enn ta grønu, sigur hon.

Prei:
Síggj meiri á https://www.instagram.com/explore/tags/gellumatpakkin/