TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá AB, sum enn einaferð var vitni til, at hansara menn leiktu ein javnleik.
Javnleikurin á heimavølli ímóti Skála smakkar ikki Trygva Mortensen líka væl, sum javnleikir ímóti oddaliðunum í effodeildini. Trygvi Mortensen ásannar, at afturvendandi trupuleikin er, at hansara menn ikki umseta málmøguleikar til mál. Hann er tó skjótur at kreditera málverjanum hjá Skála, Andras Gango fyri eitt gott avrik.
Trygvi Mortensen er fegin um sín egna málverja, Heðin Stenberg, sum bjargaði einum brotssparki í dystinum á Argjum. Men Trygvi Mortensen slær fast, at tað skuldi aldrin verið dømt brotsspark. Sambært Trygva Mortensen átti AB fríspark áðrenn Skála fekk brotsspark.