Manglandi hugflog

Ferð eftir ferð hoyra vit at Sandoyartunnulin ikki kann fremjast í verki orsaka av pengaávum. Eg sakni hugflog í hesum kjaki. Eg vil vísa á tvær loysnir, sum geva sandoyartunnlinum í minsta lagi 42, 5 millónir krónur á hvørjum ári.

Loysn 1
Vit knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein.
Síðani verða hesir tunlar samlaðir í eitt partafelag saman við Sandoyartunnlinum.
Við útgangsstøði í prísi og bilatali fyri Vága og Norðoyartunlunum, er ein veruleikakend meting, at nýggja partafelagið uttan trupulleikar kann hava eina innntøku á 100 milliónur krónur hvørt ár. 40 milliónur fara til Vága og Norðoyartunlarnar. Hinar 60 milliónurnar fara í fyrstu atløgu til Sandoyartunnilin.

Loysn 2
Vegskatturin hækkar við 170 krónum um mánan. Við 20.000 skrásettum akførum vildi hetta givið góðar 40 milliónur krónur meira í landskassan. Við útgangsstøði í samgonguskjalinum er í fyrstu atløgu rættast at lata hendan pening fara til Sandoyartunnilin.

Tað vísir seg at samfelagið Føroyar ikki megnar at lyfta íløgur í vegakervið við skattapeningi. Tí noyðast vit at rinda íløgurnar í vegakervið á annan hátt. Til hetta krevst eitt ávíst hugflog og at allir landspolitikkarar hugsa um alt Føroyaland.