Manglandi fígging er orsøkin

Kringvarp Føroya hevur ikki ráð at gera upptøkur av dramakonsertini Rósa Maria

Dia Midjord, kringvarpsstjóri sigur, at Kringvarp Føroya hevur ikki pening til at gera upptøkur av dramakonsertini Rósa Maria, sum hevði frumframførslu í kvøld.

 

Hann sigur, at Kringvarpið fær eina ávísa játtan hvørt ár, sum so skal deilast millum deildirnar á stovninum. Nú er væl liðið út á árið og Dia Midjord dylir ikki fyri, at tað er torførari at finna peningin til slíkar verkætlanir so seint í árinum.

- Vit fingu eisini eina umflokkan herfyri, sum kostar okkum 200.000 krónur eyka í ár, og tað ger tað ikki lættari at finna pening til aðrar verkætlanir, sigur hann og vísir til lønarhækkingina sum tíðindafólk í Starvsmannafelagnum fingu fyrr í heyst.

 

Hann sigur annars, at tað er ikki óvanligt, at Kringvarp Føroya ger upptøkur av slíkum slag, men tað er als ikki alt, sum verður tikið upp.