Manglandi dopingroyndir fáa ÍSF-forseta at leggja frá sær

ÍSF-forsetin Petur Elias Petersn hevur lagt frá sær, men hevur ikki givið aðra grund enn persónligar orsøkir.

Aftan fyri hesa orðingina "persónligar orsøkir" fjalir seg eitt eljustríð í Ítróttarsambandinum, har serliga spurningur um doping og antidoping hevur fingið nógv pláss í seinastuni.

 

Á einum fundi klokkan 18 í gjár um doping kom fram, at ongin dopingroynd er tikin í Føroyum í 2014 og heldur ikki í 2015. Millum fleiri sersambond verður hetta roknað sum ein skandala, tí tað kann fáa álvarsliga ávirkan á føroyska luttøku í altjóða ítrótti.

 

Í evsta konserkvensi kann føroyskur ítróttur fáa bann at virka í fýra ár.

 

Annað stríð er eisini í ÍSF um hvussu almennu pengarnir til føroyskan ítrótt skulu býtast. Endaligi býtislykilin skal samtykkjast á ÍSF aðalfundinum í mai.

 

Eisini er ivi sáddur um tær upplýsingar, sum ÍSF hevur latið politisku skipanini um hvat almenni peningurin til sambandið, verður brúktur til.

 

Petur Elias Petersen hevur verið forseti í ÍSF síðani 2010