Manglandi Carnitin tíðliga í lívinum skerjir lívsvirði

Carnitin er ikki bert fyri tey sum hava sjúkuna, Carnitin Transporter Defekt – CTD, menn fyri øll menniskju sum á ein ella annan hátt hava tørv á Carnitin sum eitt ískoyti fyri at fáa meiri orku og fyri at økja um lívsvirði.

Longu fyri 6 árum síðan, vóru framkomnir læknar samdir um, hvussu týdningarmikið Carnitin er fyri okkara lívsvirði, hettar kom fram á stórari vísindaliga ráðstevnu um evni Carnitin.
Hettar verður eisini váttað í vísindaligari ársbók frá, New York Academy of Sciences, 18 innlegg og 197 síður prógva, hvussu stóran týdning Carnitin í veruleikanum hevur, og eigur Carnitin tí at vera givið sum ískoyti, fyri at stimbra hjarta, heila og vøddar.
Carnitin er eitt sera týðandi føsluevni sum finnist í reyðum kjøti og mjólkarúrdtóttum, tað er ikki bert tann stóri týdningurin í carnitin hevur fyri brenning av feitti, carnitin er eisini neyðugt sum eitt slag av orkuverksmiðu fyri at kiknurnar kunna framleiga orku.
Kanningar vísa eisini greitt, at carnitin stimbrar hjarta, heila og vøddar, og tí eigur carnitin í nógv størri mun at verða nýtt sum eitt ískoyti fyri at geva meiri orku, hettar ger seg galdandi fyri allar sjúklingar, soleiðis at hesir koma skjótari fyri seg, og tí hava serstakliga allir hjartasjúklingar fyri neyðini at fáa carnitin. Eitt nú vísa royndir frá Italia, at carnitin hevur stóra ávirkan fyri sjúklingar í hava havt blótøpp í hjartanum, eitt ískoyti av carnitin kann gera at skaðin verður munandi minni, samstundis sum sjúklingurin kemur nógv skjótari fyri seg.
Tað er eisini prógvað, at manglandi carnitin hevur ta ávirkan, at ein eldist skjótari og tí er alneyðugt at mongdin av carnitin í blóðinum er so høgt sum gjørligt. Tað verður sagt, at carnitini skal liggja millum 24-64, sum tó bert er eitt uppáhald, og tí eigur ein at stremba eftir at carnitini liggur millum 34-64. Eingin eigur at góðtaka eitt carnitin sum liggur á 15-20, sjálvt um ávísir læknar halda fæst uppá, at tað er gott nokk. Lívsvirðini eiga at koma fram um uppáhald.
Royndir vísa eisini, at carnitin hevur stóra ávirkan á, at minni ikki svíkjur í adurdóminum, á sama hátt sum carnitin hevur stóra ávirkan á, at Alzheimer ikki ger so nógv um seg og ikki rakar so meint sum annars, carnitin kann soleiðis verða við til, at minka um blóðtøppar, æðrakálking, æðrabruna, alzheimer, vøddapínu, o.s v., og sum nakað nýtt, verður eisini mælt til, at sjúklingar við Sklerosa fáa carnitin sum ískoyti.
Samanumtikið kann sigast, at tá ein nú veit, hvussu stóra ávirkan carnitin hevur á alt likamið, so sum, heila, hjarta, vøddar og nervaleiðina, sum eru ovurnýtarar av orku, og so tað, at carnitin er ein orkukelda, so burdi tað verið sjálvsagt, at ein hugsar meiri um hettar lívgevandi evni, Carnitin.
Esbjerg tann. 8. august. 2010