Eik-grunnurin helt seg als ikki til tær ásetingar, sum eru galdandi í ársroknskaparlóggávuni, tá roknskapurin fyri 2008 varð gjørdur. Tað vísir granskingin, sum Eyðfinnur Jacobsen hevur gjørt fyri Skráseting Føroya.
Serliga eru tað partabrøvini í Eik Banka, sum vórðu skeivt virðissett, og meðan tað í 2007 viðførdi eina eginogn, sum var væl minni, enn hon átti at verið, so avleiddi hetta ovurhonds stórar vantandi niðurskrivingar í 2008. Vórðu partabrøvini í Eik Banka og Investea A/S virðissett á rættan hátt, hevði hetta viðført niðurskrivingar fyri 1,9 milliard krónur.
Lesið eisini: Óreglusemi í Eik-grunninum
Innrokningin av Eik Banka varð gjørd til innara virði, sum svarar til tað, ið partabrøvini eru verd sambært roknskapinum hjá bankanum sjálvum. Tað er tó ikki altíð, at hetta hevur so nógv við sjálvt søluvirðið at gera, og her krevur roknskaparlóggávan, at kann eitt søluvirði staðfestast, so skal hetta brúkast. Eik-Banki var skrásettur á virðisbrævamarknaðinum, og tí kundi ein neyvur søluprísur lættliga staðfestast, men hetta valdi leiðslan í Eik-grunninum ikki at gera.
Í granskiningi av Eik-grunninum vísir Eyðfinnur Jacobsen á, at íløgan hjá grunninum í Eik Banka av røttum skuldi verið virðissett til søluvirði. Eisini átti grunnurin um hetta mundið fleiri aðrar kapitalpartar, sum eisini áttu at verið virðissettir til søluvirði heldur enn innara virði.
Lesið eisini: Skerd kanning
Eisini vísir Eyðfinnur Jacobsen á, at samlaði koncern-roknskapurin hevur skeivleikar, tá talan er um útsettan skatt og um virðissetan av goodwill.
Høvdu hesi viðurskfiti verið uppgjørd, soleiðis sum roknskaparlóggávan ásetur, hevði roknskapurin fyri Eik-grunnin víst eitt hall upp á 2,4 milliardir í 2008. Roknskapurin, sum varð latin skrásetingini, vísti eitt hall upp á 425 mió kr.
Fleiri greinar um granskingina hjá Eyðfinni Jacobsen eru at lesa í Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag. Blaðið kann eisini keypast talgilt HER.