Brandur í Dali
---
Aftan á býráðsvalið í Tórshavnar kommunu fyri góðum hálvum árið síðani, har Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen á odda gjørdist stóri sigursharrin, hevur friður valdað á Vaglinum.
Borgarstjórin gjørdi aftaná valið eina avtalu, sum gjørdu at øll tey sum komu um býráðsgátt komu í samgongu. Treytin var sjálvsagt at stóri sigursharrin, Javnaðarflokkurin fekk teir góðu nevndarsessinir, meðan hinir flokkar mátti taka til takka við tey beinini, sum vóru kastaði fyri teimum.
Undantakið var at Jógvan Arge úr Tjóðveldi fekk ein kransakøkusess sum 1. varaborgarstjóri og Sjúrður Olsen úr Fólkflokkinum, ið fekk sessin sum formaður í nýstovnaðu vinnunevndini. Sessurin sum 1. varborgarstjóri er symbolskur, men sessurin sum formaður í vinnunevndini sum m.a. hevur Tórshavnar havn undir seg hevur týdning og tað sæst nú.
Fyrrnevnda vinnunevndin hevur í farnu viku lagt fram uppskot, um at byggja Tórshavnar Havn út fyri ikki minni enn 350 milliónir kr. Hetta er ein risa upphædd, vit kundi bygt tríggjar skúlar líknandi tann á Argjahamri, ella kanska fimm ellisheim fyri hesa upphædd.
Tað løgna er at øll í býráðnum taka undir við hesum. Tað er eingin á Vaglinum sum talar at ! So meðan havnaborgarar ørkymlaðir skula venja seg við at Eystfallsker kanska skal leggjast undir betong og at Havnar skansi, sum skuldi eitast at verja havnaborgarar á sinni, missir sítt útsýnið, gníggja tey sum vilja hetta, seg um hendurnar. Tí har er snøgt sagt eingin andstøða í býráðnum sum kann rópa varskó og tala at.
Tora ikki at finnast at !
Eg sigi ikki tað, at Tórshavnar havn ikki má byggja út, veit eisini fullvæl tað, at roknskapurin hjá Tórshavnar havn, ikki beinleiðis er í roknskapinum hjá kommununi.
Hetta er sum so heldur ikki meint sum eitt mótmæli móti útbygging av Tórshavnar havn.
Men tað at einki kjak hevur verið um hetta, og at eingin av okkara býraðslimum talar at, er í mínum hugaheimið eitt stórt vandatekin !
Eg kann ikki við mínum besta vilja fáa meg til at trúgva at allir býráðslimir eru samdir í at innibyrgja skansan, ikki soleiðis sum projekti sær út í verandi líkið.
Tí er tað eg sigið at vit mangla eina andstøðu á Vaglinum. Vit mangla at allir býráðslimir ikki eru í sama potti. Vit mangla býráðslimir sum tora at finnast at, hetta uttan at vera bangnir fyri at missa tað lítla teir hava av ávirkan.
Mín áheitan á okkaru býráðspolitikarar skal tí vera ! Ikki bara atkvøða glaðbeint fyri tí ið verður lagt fram. Tit muga sum fólksins umboð tora at hava tykkara egnu meining um tingini, og siga hana alment so borgarin veit hvat tit meina.
Vit hava ikki tørv á livibreyðspolitkarum og ryggklapparum á Vagllinum. Vit hava tørv á fólkum, ið eru góð við havnina og ikki ræðast at tosa Roma ímóti.
Um tit fólkavaldi ikki taka annað skinn um bak, kann góða valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum skjótt koma havnaborgarum aftur um brekku.
So kanska hava vit vit brúk fyri einari andstøðu á Vaglinum !
Ikki einari andstøðu sum tí vit høvdu áðrenn býráðsvalið, men einari konstruktivari, upplýsandi andstøðu sum kann kunna borgarin um alternativar leiðir tá hetta er neyðugt.









