Rógvi Holm var sera fegin um føroyska spælið leygardagin. Hann metir, at føroyingar bara manglaðu sigursmálið.
- Alt riggaði væl. Vit spældu væl í løtum, og høvdu møguleikar at fáa sigursmálið. Vit skuldu vunnið dystin, men hinvegin skulu vit heldur ikki vera misnøgdir við javnleik, sigur Rógvi Holm, sum leggur afturat, at mótstøðan hesa ferð als ikki kundi samanberast við Russland, sum U21-landsliðið vann á fyri góðum tveimum mánaðum síðan.