Mangla lyklaleikarar til týðandi grannauppgerð

Mótgongdin hjá Arsenal veksur bara

Tað gongur illa í hond hjá Premier League felagnum, Arsenal. Fyrr í hesum kappingarárinum hava teir verið favorittar til at vinna Premier League, men aftaná tap ímóti Manchester United og Swansea seinastu teir dystirnar, er tann favorittstøðan minkað rættiliga nógv.

 

Mótgongdin hjá Arsenal tykist bara at veksa. Nú má Arsenal verða tveir lyklaspælarar fyri uttan í týðandi grannauppgerðini ímóti Tottenham á útivølli komandi leygardag.

 

Bæði málverjin, Petr Cech, og miðvallarin Laurent Koscielny eru skaddir, og tað kemur dátt við hjá høvuðsvenjaranum, Arsene Wenger. Arsenal er seks stig aftanfyri oddaliðið, Leicester, og teir eru trý stig aftanfyri Tottenham. Tapir Arsenal ímóti Tottenham leygardagin, so verður tað sera torført hjá Arsenal at vinna Premier League. 

 

Dysturin millum Tottenham og Arsenal byrjar klokkan 12.45 leygardagin. Dysturin sæst á sjónvarpsrásini 3+.