Í kjalarvørrinum av sendingini Við hjálp frá góðum fólki, skipar Miðlahúsið nú fyri eini innsavning til frama fyri fátøk fólk. Í menniskjum góður tokki umsitir innsavningina og Annlis Bjarkhamar var gestur í Rás 2 í morgun.
Hon fegnast um hjálpina og vísir á, at felagsskapurin í áravís hevur roynt at gjørt myndugleikarnar varugar við støðuna og víst á, hvat kann gerast, men enn er einki hent.
- Tað skal ikki so nógv til fyri at man frá politiskari síðu kann lyfta hesi børnini úr fátækradømi, sigur Annlis Bjarkhamar og vísir á, at útrokningar hjá Í menniskjum góður tokki vísa, at tað hevði kostað undir 10 milliónir at hækkað barnaískoyti til 1500 krónur, sum hevði verið nokk at lyft øll børnini út úr fátækraváða.
- Hetta tiltakið er ein hjálp, men at loysa tann samfelagsliga trupulleikan sum fátækradømi er, kunnu bara tey, sum sita ovast í dag, gera, minnir hon á.
Annlis Bjarkhamar heldur, at hækkanin av barnaískoytinum upp í 10.000 krónur, sum samgongan hevur samtykt er ov lítil.
- Hækkanin hjá samgonguni svarar til 10 krónur dagliga, og tað er alt ov lítið. Nú má samgongan taka trupulleikan í álvara og vísa í verki, at vit vilja ikki, í okkara samfelag, hava børn, sum eru so illa fyri, sigur hon.
- Tað mangla ikki pengar, men viljan at raðfesta ríkidømi annarleiðis enn gjørt verður, sigur Annlis Bjarkhamar.