Mangla framvegis 19.000 prik til floksverju

Nú eru 60 prosent av føroyingum liðugt koppsettir

Seinastu vikuna hevur tað gingið heldur frægari við koppsetingini fyri covid-19. Støkk inn koppsetingar hava gjørt mun, og áhaldandi áheitanir á fólk um at lata seg koppseta hava helst eisini bøtt um áhugan.

 

Nú eru næstan 60 prosent av føroyingum liðugt koppsettir – tað svarar til stívliga 30.000 fólk, ið hava fingið bæði prikini. Harafturat hava umleið 5000 fólk fingið fyrra prikið.

 

Samanlagt eru umleið 65.000 prik gjørd. Koppsetingarbólkurin hevur mett, at umleeið 84.000 prik skulu gerast. Harvið mangla framvegis 19.000 prik til at røkk floksverjuni, ið tosað verður um.