Mangla enn sjálvboðin

Árliga landsinnsavningin hjá Bláa Krossi verður leygardagin. Peningurin fer til eina verkætlan í Føroyum og eina í Tjad.

 

Í morgin fara sjálvboðin frá Bláa Krossi at banka uppá hjá fólki kring alt landið, tí tá skipar felagsskapurin sjeynda árið á rað fyri landsinnsavning.

 

Pengarnir, sum koma inn í ár, fara til tvær verkætlanir, sum eru "Øll hava rætt til góð barnaár", sum er í Føroyum, og verkætlanina "Sig nei til rúsdrekka og narko", sum er í afrikanska landinum Tjad.

 

Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi, greiðir soleiðis frá innsavningini. Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni.