Mangla enn fígging til arbeiðið í Føroyingahavnini

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur havt ein fyrispurning til løgmann, Aksel V. Johannesen, um arbeiði í Føroyingarhavnini í Grønlandi. Tað er ein avgerð tikin um, at ruddast skal nú upp í Føroyingahavnini, tí tað hevur ligið í órøkt í nógv ár og har eiga føroyingar ein stóran part av tí, ið liggur og rekur.

 

Í stuttum spyr Kári P. Højgaard, hvussu arbeiði gongur, hvussu nógv tað kemur at kosta og hvussu eigaraviðurskiftini eru á staðnum.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at grønlendsku og føroysku myndugleikarnir eru í samskifti um hvussu arbeiðið skal skipast. Eftir æltan skulu allir bygninganir skrásetast. Eisini er ætlan um at nýta staðið og teir bygningar, ið kunnu brúkast, til eitt savn av onkrum slag, ið vísir og lýsir tað umfatandi søgu, ið er á staðnum.

 

Viðvíkjandi kostnaðinum, so hava metingar fyrr víst, at alt arbeiðið kostar uml. 800.000 krónur, men løgmaður sigur, at higartil eru 350.000 krónur játtaðar frá landsins síðu. Roynt hevur verið, at fáa fígging eisini frá privatum aktørum, men at tað hevur gingið striltið.

 

Les eisini: Skulu finna fígging til Føroyingahavnina

 

Eigaraviðurskiftini eru enn ikki heilt greidd. Sumt er alment og sum er privat, men stórur partur av teim privatu eigarunum eru ikki longur. Tí skal hetta økið greinast nærri.