Síðani kommunurnar fyri einum ári síðani yvirtóku heimatænastuna og eldrarøktina, hava flestu kommunsamstarv veitt somu tænastur, sum landið veittið undan at kommunurnar yvirtóku hetta øki.
Sosialurin setir í løtu ljós á hetta økið fyri at vita, hvussu tað virkar eftir at kommunrunar yvirtóku tað.
Sum fleiri vístu á undir viðgerðini, so eru avtalurnar um markamótini ikki gjørdar lidnar. Samráðignarnqr um hvør tekur sær av hvørjum, tá ið ivamál eru, eru ikki endaliga komnar uppá pláss.
Í álitinum frá meirlutanum í trivnaðarnevndini stendur, at lógini, sum skal vera við at tryggja markamót mótvegis aðrari lóggávu, er tað umráðandi, at borgarin ikki dettur niðurímillum, tí myndugleikar ikki kunnu semjast.
Tí er eisini sett í lógina, at ein 3-manna nevnd, skal avgera møguligar ósemjur.
Hendan nevndin er ikki sett enn.