Mangla eisini pedagogar í Tórshavn

Katrin Petersen, samskipari av barnaansingini í Tórhavnar Kommunu sigur, at tørvurin á pedagogum í høvuðsstaðnum eisini er stórur. Barnaansingarøkið í kommununi veksur alsamt og tørvurin á pedagogum harvið

Katrin Petersen sigur, at ein kanning er gjørd á stovnunum í Havn um, hvussu nógvir pedagogar eru í starvi. Og kanningin vísir, at eini tríati ársverk eru, sum ikki eru sett av pedagogum. Her skal tó leggjast aftur at, at verri enn so allir stovnarnir hava svarað kanningarspurningunum enn, tí nú er summarfrítíð, men sum sagt, so mangla pedagogar í tríati ársverkum út frá teimum, ið hava svarað.
Í blaðnum í gjár, segði Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, at tað hevði onki gjørt, um tveir flokkar av pedagogum vórðu tiknir inn um árið á námsfrøðiligu útbúgvingina á Føroya Læraraskúla. Jancy helt, at tað fór at bøta munandi um tørvin á pedagogum, um so hevði verið.
Katrin tekur undir við henni í hesum. Barnaansingarøkið í Tórshavnar Kommunu er sera stórt. Fólkatalið í Havnini veksur alsamt og harvið talið á børnum, ið hava tørv fyri ansingarplássi eisini.
Men Katrin vísir á, at hendan býráðssamgongan setti sær sum mál at útvega fleiri ansingarpláss. Og tað hevur eisini eydnast teimum í ein mun. Seinasti nýggi stovnurin, sum komin er, er dagstovnurin í Øknagerði, har pláss eru fyri 60 børnum, umframt, at eisini er pláss fyri 10 til 12 børnum við serligum tørvi.
Um pedagogar í dag søkja meiri inn á serøkið enn barnaansingina, veit Katrin ikki at siga fyri vissu, tí barnaansingarøkið er so nógv størri enn serøkið.
Hon sigur, at fyrst í komandi ári fara tveir stovnar at lata upp í Tórshavnar Kommunu. Annar verður í Homrunum úti á Argjum, meðan hin verður uppi á Løgmannabreyt í Hoyvík, har øll tey nýggju húsini skulu byggjast. Hesir stovnar fara báðir at kunna taka ímóti 60 børnum hvør, so talið á stovnsplássum í Tórshavnar Kommunu økist við 120 fyrst í komandi ári.
Tann 1. januar í ár stóðu 225 børn á bíðilista í Tórshavnar Kommunu. Hetta eru øll børn, sum onki ansingarpláss hava. Harumframt er ein annar bíðilisti, har børn sum eru í dagrøkt standa og bíða eftir einum stovnsplássi. Tí eins og í Klaksvíkar Kommunu arbeiða tey eisini í Havn fram í móti, at dagrøktararnir skulu hava børn í aldrinum 0 til 3 ár, og so skulu tey sleppa á stovn.
Orsøkin til, at talið á bíðilistanum, sum nýtt er omanfyri, er frá 1. januar og ikki í dag, er, at tey júst hava tikið nýggj børn inn í skipanina, og tí er listin ikki dagførdur enn. Men tað verður hann, so skjótt sum øll tey børnini, sum hava fingið pláss í august eru byrjað. Tá verður talið á børnum á listanum so minni aftur, men hann veksur skjótt aftur eftir tað, tí tað verða jú allatíðina børn fødd og børn, sum flyta til kommununa.
Tað verður gingið eftir bíðilistanum, tá nýggj børn verða tikin inn í barnaansingarskipanina í Tórshavnar Kommunu. Tað vil siga, at børnini verða tikin inn eftir uppskrivingardegnum, og ikki eftir tørvi hjá dagrøktara ella stovni, sum tað verður gjørt eitt nú í Klaksvíkar Kommunu.