Nú mangla einans úrslitini av Eiði og úr Havnini og enn er als einki avgjørt.
Sambandsflokkurin hevur eina trygga leiðslu at síggja til, við sínum 3.950 atkvøðum.
Á øðrum plássi liggur Javnaðarflokkurin viði 2.790 atkvøðum. Síðani kemur Fólkaflokkurin við 3.197 atkvøðum, meðan Tjóðveldi hevur 3.182 atkvøður.
Eingin ivi er tí um, at úrslitið í Havnini verður altavgerandi fyri, hvør verður valdur inn á Fólkating úr Føroyum. Einans góðar 800 atkvøður skilja teir fýra stóru flokkarnar, og millum undir 400 atkvøður skilja Javnaðarflokkin á øðrum plássi og Tjóðveldi á fjórða plássi.