Í morgin skipar Blái Krossur Føroya fyri landsinnsavnan. Tey siga seg hava brúk fyri nógvum bússuberarum, og tey heita á fólk um at bjóða seg fram at ganga við bússu.
Inntøkan av landsinnsavnanini fer til tvey av hjálpararbeiðunum, ið Blái Krossur ger, nevniliga byggingina av nýggjum viðgerðarheimi og verkætlanini "Øll hava rætt til góð barnaár".
Brúk er fyri nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja nýta umleið 2 tímar leygardagin 10. mai at ganga við bússum. Blái Krossur sigur, at ørvur er á nógvum bússuberarum kring alt landið, og serliga á størru plássunum, t.d. í Vági, á Tvøroyri, í Runavík, í Klaksvík og í Havnini er tørvurin stórur.
Fólk, sum vilja verða bússuberar hjá Bláa Krossi kunnu siga frá á telefon 770700, blakross@blakross.fo ella á facebook á Blái Krossur Føroya
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINA og hoyr eina samrøðu við Frants Jensen, aðalskrivara í Bláa Krossi.