Mangla ansingarpláss í Vági

Nýggi borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, hevur ætlanir um at uppraðfesta dagstovnaøkið í Vági

-       Dagstovnaøkið manglar ansingarpláss, og tað er nakað, sum vit fara at arbeiða við beinanvegin. Tað er alneyðugt, um vit skulu lokka fleiri barnafamiljur suður, at umstøðurnar eru í lagi. Vit vita eisini, at fleiri barnafamiljur ætla sær til Vágs. Bara higartil í ár eru ikki færri enn seks nýggjar tilmeldingar komnar til barnagarðin, sigur Bjarni Johansen. 

Hann dylur tó ikki fyri, at tað er avmarkað, hvør fíggjarlig orka er til at gera íløgur í eitt nú dagstovnaøki í kommununi. 

-       Vit hava bara góðar fýra milliónir til íløgur í ár, so tað er ógvuliga avmarkað, hvat vit fáa gjørt beint nú. Tí við so avmarkaðari fíggjarligari orku skulu vit umhugsa íløgurnar sera væl. Kommunan skyldar umleið eina álíkning, og tí er neyðugt við skynsamari fíggjarstýring, sigur Bjarni Johansen, sigur Bjarni Johansen millum annað í samrøðu í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið í dag.