AGF í Århus er hart rakt av skaðum í løtuni, og til dystin ímóti FC Keypmannahavn næstu ferð kann tað verða, at felagið manglar 15 spælarar.
- Eingin av okkara 5 álopsspælarum verður tøkur til næsta dyst, og í ringasta føri kunnu vit mangla 14 ella 15 spælarar til dystin, sigur Erik Rasmussen, venjari.
Tá ið so nógvir spælarar eru skaddir, er sum vera man eisini talan um stuðulsspælara – eitt nú álopsspælarin Peter Graulund.