Mangla 100 milliónir næsta ár

Higartil gongur upp á stás at byggja størsta og dýrasta bygning í Føroyum nakrantíð

Arbeiðið at byggja Skúladepilin í Marknagili gongur sum hon skal.

Tað staðfestir Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, nú tey hava verið á byggiplássinum í morgun.

 

Skúladepilin verður einar 19.500 fermetrar til støddar, ella sum tveir fótbóltsvøllir, og hann fer at hýsa 1.300 næmingum í einum samanbygdum Handilsskúla, Studentaskúla og Tekniska Skúla.

 

Les eisini: Landsstýrið vitjaði Marknagil

 

Skúlin fer at kosta 515 milliónir við innbúgvið og øllum, og skúlin skal vera liðugur á sumri í 2016.

Ewald Kjølbro sigur, at higartil gongur byggingin sum ætlað.

- Bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan halda, sigur hann.

Men hann sigur, at næsta ár fáa tey eina abjóðing, tí alt ov lítið er sett av á langtíðarfíggjarætlanini til at halda arbeiðið gangandi.

- Skulu vit halda arbeiðnum gangandi ótarnað, verður neyðugt at framskundað einar 90 -100 milliónir frá íløguætlanini í 1916 til næsta ár, sigur hann.

Tað merkir, at tað verður neyðugt at umraðfesta almennu íløguætlanina í 2015 og 2016, sigur hann.

- Verður tað ikki gjørt, verður torført at hava skúlan lidnan á sumri í 2016 sum ætlað.


Hann sigur, at hesum vita myndugleikarnir av og at teir arbeiða við at loysa málið, men enn er so eingin avgerð tikin, men han væntar eina loysn, so at stígur ikki kemur í arbeiðið.