Mangir løkir smáir gera stórar áir

Kinesisku valutagoymslurnar bara økjast, tær vóru í juni 1810 mia. dollarar ímóti 1682 mia. dollarum í mai. Kina hevur sostatt styrkt sína støðu, sum tað førandi landi, tá talan er um goymslu av valuta.

Síðan kinverjar í 2005 loystu teirra yuan frá dollaranum, er yuanurin nógv styrktur samanborið við dollaran.

Men ?mangir løkir smáir gera stórar áir? - kursgongdin á kinesiska yuaninum ger, at hann í dag er 21% hækkaður í virði, samanborin við dollaran fyri trimum árum síðan.

Tær stóru valutagoymslurnar er atvoldin til tað stóru kinesisku inflatiónina, tí er tann kinesiski búskapurin eisini hart strongdur.

USA hevur eitt stór hall í handilsjavnanum við Kina, sum kemur av lága kinesiska valuta-virðinum.

Men av tí at kursurin á kinesiska valutanum støðugt gongur upp, eru valutahandilsfólk nú farin at keypa kinesiskan valuta, sum verður mett at verða ein góð íløga.

Kinesisku mynuleikarnir hava roynt, at fáa tamarhald á støðuni, men enn til fánýtis, skrivar Børsen.