Manga takk

Frokosturin í forsætismálaráðnum er nú liðugur og samráðingarnar eru av álvara byrjaðar

Klokkan er nú 14:15 og frokosturin í glæsiliga speglsalinum í danska forsætismálaráðnum er júst liðugur.

Fyri løtu síðani komu øll tey høgu fólkini saman við embætisfólkum sínum út úr speglsalinum við kós móti samráðingarrúminum.

Á odda gingu limirnir í donsku stjórnini saman við embætisfólkum sínum, og eftir teimum fylgdu føroysku landsstýrisfólkini saman við stóra riðilinum av føroyskum embætisfókum.

Sum vit skiltu á føroyingunum, smakkaði maturin frá danska forsætisráðharranum óføra væl.