Mandela við hvøssum álopi

- USA hevur eittans endamál við at fara í kríggj við Irak, og tað er at fáa ræðið á iraksku oljuni, sigur fyrrverandi suðurafrikanski forsetin

Irak-kreppan
Árni Joensen:

- Eg fordømi, at eitt veldi, ið hevur ein forseta, sum ikki dugir at hyggja frameftir, og sum ikki er førur fyri at hugsa, ætlar sær at tveita heimin út í eitt nýtt holocaust, segði fyrrverandi suðurafrikanski forsetin í sínum higartil harðasta álopi á George W. Bush, forseta.
- Hví ber USA seg soleiðis at? Vinur teirra, Ísrael, hevur hópoyðingarvápn, men av tí at Ísrael er ein av teirra sameindu, biður USA ikki ST síggja til, at tey ísraelsku hópoyðingarvápnini verða beind burtur, segði Mandela og legði afturat, at tann irakska oljan er einasta málið við amerikansku álopsætlanini.
Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin duldi heldur ikki fyri, at hann heldur lítið um fremsta stuðulin hjá Bush, Tony Blair.
- Tony Blair arbeiðir sum amerikanskur uttanríkisráðharri. Hann er ikki bretskur forsætisráðharri longur, segði mandela og legði afturat:
- Bush arbeiðir uttan um ST, og bæði hann og Blair undirgrava heimsfelagsskapin, ein felagsskapur, sum undanmenninir hjá báðum løgdu lunnar undir, segði fyrrverandi forsetin og friðarheiðurslønarvinnarin.
Nelson Mandela legði afturat, at hann fer at taka undir við øllum tiltøkum ímóti Irak, sum St samtykkir, vísir tað seg, at Saddam Hussein ikki vil samstarva, men hann fer ikki at góðtaka eitt álop uttan ST-heimild. Tað kann ikki góðtakast og hevði verið eitt vánaligt fyridømi fyri heimin, segði hann.