Mandela útskrivaður

Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela er sloppin heim av sjúkrahúsinum, har hann hevur fingið viðgerð fyri ein álvarssaman lungnabruna.

Mandela var níggju dagar á sjúkrahúsinum.

Tá Mandela bleiv innlagdur, mælti Jacob Zuma, forseti, fólki um allan heim at biðja fyri tí 94 ára gamla Mandela.

Nelson Mandela hevur ikki víst seg alment síðani heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum var í Suðurafrika í 2010. Tey bæði seinastu árini hava tekin verið um, at heilsan er farin at bila.