Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela varð í gjár fluttur á sjúkrahús í Johannesburg. Talsmaðurin hjá Mandela-stovninum, Sello Hatang, sigur, at eingin vandi er á ferð.
Kortini ivast fleiri suðurafrikanar. Tann 92 ára gamli Mandela plagar at vera á sjúkrahúsi til kanningar, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur ligið nátt har, siga tíðindastovurnar.
Kona Mandela, Graca Machel, og fleiri av næstringum hansara hava verið á sjúkrahúsinum. Tað ljóðaði eisini, at Jacob Zuma, forseti, var á veg til Suðurafrika úr Sveis, har hann er á fundi, men tað varð avsannað seinni.
Nógv tíðindafólk hava hildið til uttan fyri sjúkrahúsið í nátt, og tey bíða nú eftir onkrari fráboðan um heilsustøðuna hjá Mandela.
Nelson Mandela var forseti í Suðurafrika frá 1994 til 1999.










