Gamli mannarættindastríðsmaðurin er framvegis veikur eftir lungnabrunan, hann varð innlagdur við fyrst í juni.
Í 2010 gjørdi ST 18. juli til altjóða Nelson Mandela dag. Dagurin verður hildin um allan heim og serliga við tiltøkum í heimlandinum Suðurafrika.
Henda dagin verða fólk eggjað til at lata 67 minuttir av arbeiðstíð til felagsskapin. Ein minutt fyri hvørt ár, Nelson Mandela stríddist fyri sosialari rættvísi.
Mandela hevur verið sera veikur seinastu tíðina, og tíðindi bórust um, at læknarnir høvdu mælt familjuni til at sløkkja fyri tólunum, sum halda honum á lívi. Men síðstu dagarnar sigst lítil batningur vera íkomin.
Stríð hevur verið millum eftirkomararnar hjá friðarhetjuni. Døtur Mandela stríðast við abbabørn hansara um, hvar Nelson Mandela skal jarðast, hvør skal roknast sum leiðari í familjuni eftir hann, og hvør skal ráða yvir grunnunum og ríkidøminum har, sum fyrrverandi suðurafrikanski leiðarin letur eftir seg.
At Mandela kundi gerast so gamal, er ein andsøgn í sjálvum sær í Suðurafrika, har miðalaldurin hjá fólki bara er 50 ár vegna HIV og fátækdóm, skrivar Berlingske.
Tey 27 árini í fongsli, har hann strevaðist við at bróta kálksteinar og svav 10.000 nætur á eini tunnari mottu, hava ikki bøtt um heilsuna. Hann fekk staðfest tuberklar, meðan hann sat í slavna og kalda fangaklivanum í Robben Island.
Nelson Mandela fekk Í 1993 Nobel friðarheiðurslønina saman við Frederik de Klerk, seinasta hvíta forsetanum í Suðurafrika.
Mandela hevur verið giftur tríggjar ferðir. Hann fekk seks børn, men trý teirra eru deyð.
Hann giftist sum ungur við Evelyn Ntoko Mase, sum hann fekk tvey børn við, men tey skiltust í 1957 eftir 13 ára hjúnalag. Í 38 ár var hann giftur við Winnie Madikizela, sum hann varð endaliga skildur frá í 1996. Tann dagin hann fylti 80, giftist hann við Graçu Machel. Hon var einkju eftir Samora Machel, sum var forseti í Mosambik og var dottin niður við flogfari 15 ár frammanundan.
(Mynd: JON HRUSA)