Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela varð í dag fluttur til eitt sjúkrahús í býnum Pretoria. Skrivstovan hjá núverandi forsetanum, Jacob Zuma, sigur, at Mandela hevur góða heilsu, og at hann bara skal til nakrar kanningar, sum hava samband við tann høga aldurin. Mandela er 94.
Tíðindastovurnar skriva, at Mandela hevur ikki víst seg alment, síðani Suðurafrika var vertur fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti fyri tveimum árum síðani.
Síðani hann fór úr forsetaembætinum, hevur Nelson Mandela búð í heimbýnum Qunu, sum er har eysturi í Suðurafrika.