Mancini vísti fingurin

Roberto Mancini misti tamarhaldið á sær sjálvum eftir tapið ímóti AC Milan í kvøld.

AC Milan hevur havt eitt misjavnt kappingarár, men í kvøld eydnaðist tað teimum at vinna 3-0 ímóti arvafíggindanum, Inter Milan. Málini skutu Alex, Carlos Bacca og Mbaye Niang.


Inter Milan misnýtti eitt brotsspark, og venjari teirra, Roberto Mancini, varð tíðliga í seinna hálvleiki burturvístur fyri at hava verið í hóslag við fjórða dómaran.


Ávegis av vøllinum náddi Roberto Mancini eisini at keglast við nakrar vaktir á leikvøllinum, sum – eins og myndin vísir – fingu eina heilsan við longsta fingri.


Á tíðindafundinum eftir dystin avdúkaði Mancini, at vaktirnir góvu honum óhóskandi viðmerkingar. Eisini legði Mancini eftir dómaratoyminum.


- AC Milan burdi fingið nøkur reyð kort, men í dag var dómarin og hjálparar hansara ein beinleiðis skomm. Heilt greitt vánaligasta liðið á vøllinum, segði hann.