Í septembur skoraði Andrea Pirlo beinleiðis fríspark móti Gunnari Nielsen í landsdysti. Í summar verða teir møguliga liðfelagar. Á okkara leiðum kenni vit væl til evnini hjá Andrea Pirlo sum stýrimanni á miðvøllinum hjá Italia. Hann legði millum annað upp til fyrsta málið í 2-1 sigrinum á Tórsvølli og í septembur í fjør skoraði hann við beinleiðis frísparki, tá Italia vann 5-0.
Hann hevur leingi verið ein fastur partur av miðvøllinum hjá AC Milan, men samráðingarnar millum hann og AC Milan um nýggjan sáttmála eru fyribils steðgaðar. Nú hevur Manchester City venjarin, Roberto Mancini, víst áhuga fyri Milan leikarinum. Roberto Mancini var venjari hjá Inter Milan í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008, so hann kennir alt til dygdirnar hjá Andrea Pirlo.
Andrea Pirlo er í dag 31 ára gamal og hevur sáttmála við AC Milan í góðar 18 mánaðir afturat. Hann hevur spælt í AC Milan síðani 2001 og hevur spælt 72 landsdystir og skorað 9 mál.










